Fingu onki burtur fundi við Karsten Hansen

Tað tykist sum um at avgerðin langt síðani er tikin um at uttanlandsfrádrátturin hjá handverkarum skal takast av

? Hatta var nyttuleyst.

Eyðfinn Petersen í Landsfelag Handverkaranna sigur, at onki kom burturúr fundinum við Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharra, um tann serliga skattafrádráttin, sum handverkarar, ið arbeiða uttanlands, fáa.

Nú er frammi, at ætlanin at lækka frádráttin, og hevði Landsfelag Handverkaranna biðið fíggjarmálaráðharran um fund, har roynt var greiða honum frá, hví felagið helt, at tað var skilaleyst at lækka frádráttin.

Men Eyðfinn Petersen í landsfelagnum sigur, at tað kom onki burturúr fundinum.

? Landsstýrismaðurin er hvørki til at høgga ella stinga í.

? Og tað tykist sum um at avgerðin langt síðani er tikin og at fundurin við okkum tí bara var eitt eiti.

? Fyri okkum at síggja, hevur fíggjarmálaráðharrin sett sær fyri, at uttanlandsfrádráttin hjá handverkarum skal lækka, og helst takast heilt av, sigur talsmaðurin fyri Landsfelag Handverkaranna.

Hann lovaði tó at kunna handverkarafelagið, áðrenn nakað meiri hendi í málinum.

Skjótt hvønn vegin

Eyðfinn Petersen sigur, at m.a. royndu teir at greiða fíggjarmálaráðharranum frá, at tað var skilagott at varðveita frádráttin, tí so høvdu handverkarar møguleikan at fara uttanlands at arbeiða, um so er, at arbeiðið í Føroyum aftur fer at minka.

? Vit eru so fámentir og vit vita, hvussu skjótt tíðirnar kunnu skifta, leggur hann afturat.

Endamálið við at lækka frádráttin, er, at fáa handverkarar heimaftur, tí tað skal verða tørvur á handverkarum í Føroyum, nú meiri er at gera.

Og eru handverkararnir ov fáir, leggur tað trýst á lønarlagið, sum fer upp, og so hava vit áttatiárini umaftur, við hægri prísum, útlendskari arbeiðsmegi og ov heitum búskapi.

Men handverkararnir vístu á fyri Karsten Hansen, at tað eru mest suðuroyingar, sum arbeiða uttanlands.

? Og í Suðuroynni er ikki so nógv arbeiðið frammanundan, at tað er neyðugt at ?tvinga? handverkararnar heimaftur, fyri at búskapurin ikki skal hitna ov nógv.

Eyðfinn Petersen leggur afturat, at tað er vónleyst hjá fyritøkunum, sum arbeiða uttanlands, at leggja til rættis, tí fortreytirnar broytast alla tíðina, og tær vita aldrin, hvar tær flóta.

Handverkarar, sum arbeiða uttanlands, hava kunnað drigið 600 krónur frá inntøkuni um dagin, áðrenn teir fóru at betala skatt. Seinni er frádrátturin lækkaður niður í 300 krónur. Og nú er so ætlanin at lækka hann enn meiri.

Eyðfinn Petersen sigur, at útrokningar vísa, at tað koma 90-100 milliónir inn til landið frá handverkarum, sum arbeiða uttanlands.

Men harumframt skal nevnast, at teir betala ferðaavgjald, ferðaseðlar o.a., hvørja ferð, teir ferðast ímillum.

Teir vístu somuleiðis á, at sjómenn, sum sigla undir DIS sleppa eisini lættari í skatti.

?Men Landsstýrismaðurin kundi ikki siga okkum, hvør munur er á einum handverkara, sum arbeiðir uttanlands, og einum sjómanni, sum siglur uttanlands.

? Einasti munurin er, at handverkarin hevur enn fleiri útreiðslur, tí hann arbeiðir á landi

Eyðfinn Petersen sigur, eisini at allir danir, sum arbeiða uttanlands, kunnu draga 25% frá inntøkuni, áðrenn hon verður skattað. Somuleiðis ætla danir at stuðla útflutningsvinnuni enn meiri.