Hann sat og hekk við høvdinum á útskiftaraplássunum, Jóan Petur á Stongum, bert lítla løtu eftir seinasti bólturin var sligin í mansfinaluni, tá ið vit fingu orðið á hann.
Høvdu satsað upp á steypakappingina
Jóan Petur segði beinan vegin, at stórur munur var á liðunum báðum í finaluni. Spurdur hví so var, sigur hann, at hann sjálvur og liðfelagarnir úr Sørvági ongantíð fingu glið á spælið hjá sær. Í byrjanini av dystinum var tað heilt galið við móttøkunum hjá okkum, sigur Jóan Petur, og tá ið tað batnaði, fór tað at ganga av skriðuni í álopspartinum.
- Vit gjørdu alt ov nógvar feilir, og vit kunnu spæla so nógv betur, enn hvat vit gjørdu í dag, sigur Jóan Petur og leggur afturat, at tá ið tað er sagt, so skal eisini sigast, at ÍF spældi ein sera góðan dyst í dag, og vit komu ongantíð fyri okkum. At enda sigur Jóan Petur, at teir í SÍ eru ógvuliga vónbrotnir um tapið, tí teir høvdu veruliga satstað upp á steypakappingina, nú møguleikin í landskappingini var fokin, og teir høvdu vónað at komið vestur aftur til Sørvágs við steypi og gullkrónum, men so var ikki, og tí er bert at royna aftur næsta ár, sigur landsliðsleikarin úr Sørvági.