Fyrr í dag fekk løgreglan í Havn boð um, at innbrot hevur verið í bygningingum í Tórsgøtu, har matstovan 11 heldur til. Innbrotið hevur verið seint í nátt, ella tíðliga í morgun og tað vóru vaskikonurnar, sum varnaðust tað, tá ið tær komu til arbeiðis. Men løgreglan sigur, at tað gav ikki nógv. Innbrotstjóvurin hevur fingið smávegis nøgdir av rúsdrekka, kanska eina fløsku, og eitt sindur av vekslipengum við sær, tað var alt. Løgreglan vil ikki siga, hvussu tjóvurin er komin inn, tí tað er ein partur av kanningunum. Tey vita heldur ikki við vissu, hvør tjóvurin er, men tey hava brúkiligar slóðir at ganga eftir. |