Leygardagin 16. September gingu fólk frá Reyða Krossi hús úr húsi og savnaði pening til hjálpararbeiði hjá felagsskapinum. Og nú tað er talt upp, vísir tað seg, at 836.000 krónur vórðu savnaðar saman hendan dagin
Tað vóru fleiri hundrað fólk, sum gingu hús úr húsi, men kortini fingu tey ikki so nógv fólk at ganga runt við bússum í ár, sum tey fingu í fjør, og tað er ein orsøk til, at úrslitið í fjør var 114.000 krónur verri í ár.
Men kortini staðfestir Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi í Føroyum, at landsinnsavningin fær Føroya fólk at standa saman um at stuðla hjálpararbeiðiðnum hjá Reyða Krossi.
Hann sigur í eini fráboðan í dag, at peningurin verður brúktur í hjálpararbeiðnum bæði úti og heima.
– Eini 500.000 børn og vaksin flýggja í løtuni undan valdsgerðum og ágangi í Myanmar og í Sýria eru heilar familjur fangaðar í krígsherjaðum økjum, sigur formaðurin.
Í Yemen berjast børn fyri lívinum ímóti kolera og hungri og aðrarstaðni liggja fólk á berajólum tí hús og heim eru slættað við jørðina í ódnarveðri.
– Smáar og stórar vanlukkir rópa eftir okkara hjálp hvønn dag, sigur Jóannes Eidesgaard.
Í Føroyum hjálpir Reyði Krossur við klæðum til barnafamiljur í trongstøðu. Men tey hava eisini eina vitjanartænastu til fólk, sum eru einsamøll og tey hava samarittar á festivalum og stevnum. Harumframt hava tey skeið í fyrstuhjálp og handlar við endurnýtsluklæðum, sigur Jóannes Eidesgaard.