Átta mans hava nú fingið 3.000 krónur í part fyri at sigla við vatnskutara ov nær landi í Nólsoy.
Ein partur av Nólsoy er lýst at vera ramsarøki. Ramsarsáttmálin er ein altjóða sáttmáli, og tað merkir, at serligur dentur skal leggjast á verja náttúruna í hesum økjum, eisini fuglalívið.
Tí er tað ein treyt, at í tíðarskeiðinum frá 15. apríl til og við 31. august, er tað bannað at sigla skjótari enn átta míl um tíman nærri enn 500 metrar úr landi undir Mykinesi, undir Skúgvoy og undir einum parti av Nólsoy.
Men í sama tíðarskeiði skulu vatnskutarar halda seg minst 500 metrar úr landi úr Skúgvoy, Mykinesi og úr Nólsoy sum heild. Og tað er heldur ikki loyvt at hava musikk hart frá, ella at halda óneyðugan gang nærri enn 500 metrar úr landi.
Men herfyri vóru átta mans tiknir fyri at sigla við vatnskutara nærri enn 500 metrar úr landi í Nólsoy. Hetta er fyrstu ferð, at nakar er tikin fyri at bróta ásetingarnar um ramsarøki og tiskil varð málið lagt fyri rættin við tí endamáli at fáa staðfest, hvussu stór, bótin skuldi vera.
Menninir noktaðu seg sekar, tí teir førdu fram, at teir sigldu inn í havnina í Nólsoy og hon er ikki ein partur av ramsarøkinum í Nólsoy. Teir førdu eisini fram, at teir vistu einki um reglugerðina um rigling við ramsarøki.
Rætturin sigur, at ókunnleiki er ikki nøkur umbering og rætturin vísti eisini á, at forboðið ímóti at sigla við vatnskutara í Nólsoy, umfatar alla oynna og ikki bara ramsarøkini.
Men við ramsarøkini er tann avmarking afturat, at tað er ikki loyvt at sigla skjótari enn átta míl.
Ákærumyndugleikin legði hart út og vildi hava rættin at døma menninar at rinda 6.500 krónur í bót í part, men rætturin helt, at ein bót upp á 3.000 krónur var hóskandi revsing.
Rætturin sigur, at í dóminum er dentur lagdur á, at endamálið er at verja náttúruna og tí eigur bótin at vera so stór, at hon merkist.