Fingið gávu sum teir vónandi ikki fáa brúk fyri

Sløkkiliðið og bjargingarfelagið í Suðuroyar Norðaru helvt hava nú fingið eina stórfingna gávu. Men hetta er ein gáva, sum teir vónandi ikki fáa brúk fyri

?So leingi bilar koyra á vegnum, henda eisini vanlukkur.

Hetta veit Ásbjørn Berg, koyrilærari í Suðuroynni kanska meiri enn nakar annar.

Og hann veit eisini, at tá ið vanlukkurnar henda, ræður um at vera so væl fyrireikaður og so væl útgjørdur sum tilber, fyri at kunna hjálpa so væl, sum tilber.

Men Ásbjørn Berg er eisini formaður í Lions Klubbanum í Suðuroynni.

Lions klubburin í Suðuroy tók í fjør stig til at fara undir innsavning til at útvega Bjargingarfelagnum og Sløkkiliðnum í norðaru helvt Suðuroynni útgerð til at fáa fólk leys, sum sita føst í bilum aftaná eina vanlukku.

Talan er um ein framkomnan saks, sum bæði kann brúkast at klippa bilar sundur við og til at spenna teir sundur við.

Frammanundan er ein saksur í Vági, men feløgini í Norðaru helvt hava leingi ynskt sær ein slíkan

Tá ið saksurin varð handaður feløgunum týskvøldið segði Ásbjørn Berg, at hetta var tað størsta, einstaka hjálpartiltakið, sum Lions Klubburin í Suðuroy hevur staðið fyri.

Saksurin kostar næstan 100.000 krónur og hóast Lions hevur goldið nógv tann størsta partin, hava eisini kommunurnar í Suðuroyar Norðaru Helvt, umframt Føroya Lívstrygging og Tryggingarfelagið Føroyar stuðlað heilt væl við peningi.

Umframt saksin, er talan um ein motor, sum drívur saksin, og eisini ein hondpumpa, at hava til taks, um motorurin ikki skuldi virka.


Vónandi ikki brúk fyri

Tá ið Ásbjørn Berg handaði teimum saksin vónaði hann, at teir ongantíð fingu brúk fyri honum.

Men tað skerst ikki burtur, at tá ið so leingi bilar eru á vegunum, henda vanlukkur.

Nullloysnir og aðrar góðar hugsjónir, helt hann vera hvørvisjónir.

Í koyrifrálæruni fingu næmingarnir at vita, at tað henda runt roknað 1.600 ferðsluóhapp í Føroyum um árið.

? Vit fortelja næmingunum, at eini 100 fólk í Føroyum meiðsla seg í ferðsluni um árið, 10 fólk doyggja.Og av teimum 10, eru trý børn.


Tey eldru skulu ganga undan

Hann helt, at tað verður mangan lastað teimum ungu fyri at koyra vilt og at vera høvuðsorsøkin til vanlukkur.

? Men veruleikin er, at tað eru tey allarfægstu ungu, sum ikki duga sær hógv í ferðsluni, segði hann.

? Men tað liggur í sjálvari natúruni hjá teimum ungu, at bera seg býtt at viðhvørt.

Og Ásbjørn Berg helt eisini, at tey eldru hava sína stóru skyld av hesum.

?Tey eldru áttu at gingið undan sum góðar fyrimyndir. Men fari ein dag og hyggi tykkum um, og kanni eftir, hvussu tey eldru koyra, hvussu tey parkera, hvussu tey stilla seg á vegnum, tá ið tey skulu sneiða á einum vegamóti o.s.fr.

Hann helt, at alt hetta var við til at máa støðið undan virðingini fyri ferðslulógini, eisini hjá teimum ungu.

?Vit eldru eiga at ganga undan sum góðar fyrimyndir og vit eiga at rættleiða tey ungu, heldur enn at happa tey, segði Ásbjørn Berg.