Føroyskt ferðalag hevur verið í Boston og kannað KT-umhvørvið fyri at fáa íblástur til tað, sum mann væntar at gera í Føroyum. Við á ferðini vóru landsstýrismaðurin í vinnumálum og millum annað umboð fyri Menningarstovuna og Bitland.
- Eg legði serliga merki til , at tað er umhvørvið, sum hevur alt at siga. Mann má savna tey røttu fólkini á sama stað. Harumframt má fígging fáast til vega frá venture-grunnum, ella framtaksgrunnum. Øll tilgongdin rundanum granskingarumhvørvið og fíggingarumhvørvið gongur hond í hond, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við vinnumálum.
Bjarni Djurholm arbeiðir sum kunnugt við ætlanum um eina granskingarpark í Føroyum.
- Nú fara vit út til almenningin við eini framløgu um ætlanina. So er ætlanin at fáa feedback, og væntandi kunnu vit í juni mánaði cementera ætlanina, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við vinnumálum.
- Eg kann bara konstatera, at tað at vit arbeiða við eini granskingarpark er ikki í andsøgn við tað, sum vit sóu í Boston, sigur landsstýrismaðurin.
--
Myndatekstur: Bjarni Djurholm hevur saman við føroysku KT-vinnuni verið í Boston og kunnað seg um KT-vinnuna har
Mynd: Jens Kr. Vang










