Finalurnar hjá Páli kostaðu 8100 krónur

EM-finalurnar í Budapest, sum Pál Joensen svam í farna mánaða, kostaði Kringvarpinum gott og væl 8.100 krónur fyri hvørja finalu. Báðar finalurnar kostaðu 16.200 krónur í alt. Tað er stórur munur á prísinum á sjónvarpsrættindum til EM-finalurnar í svimjing og undankappingardyst í landsliðsfótbólti.

Finalurnar í svimjing eru hinvegin í eitt umleið korter, og fótbóltsdystirnir í 90 minuttir.

Orsakað av, at finalurnar vóru í vanligari arbeiðstíð hjá Kringvarpinum, var eingin eykakostnaður.

Mentamálaráðið upplýsti í vikuni, at sjónvarpsrættindini fyri landsdystin millum Italia og Føroyar kostaðu gott og væl 92.000 krónur.

Sjónvarpsrættindini fyri dystin millum Estland og Føroyar kostaðu 43.120 krónur.