Finalistar í stevnudysti

EB/Streymur tekur í morgin ímóti ÍF í stevnudysti við Margáir. Samstundis eru hetta tey bæði liðini, sum í vikuni tryggjaðu sær pláss í finaluni um Løgmanssteypið

Vinnararnir í teimum báðum seinnu hálvfinalunum týs­kvøldið í steypakappingini, EB/Streymur og ÍF, møtast við Marg­áir í annaðkvøld klokkan 19, so báðar manningarnar byrja dystin í besta hýri, sum vikan hevur lagað seg hjá teim­um.

Hjá EB/Streymi er Hans Pauli Samuelsen framvegis skaddur, eftir at hann í fyrra dyst­inum ímóti B36 fekk eina takling niður á økilin. Og upp­aftur harðari er lagnan við Alex José dos Santos, sum í fýra mánaðir noyðist at halda seg burturi frá fótbólti, til óst­beinið er komið ordiliga upp á pláss aftur.

– Vit eru rímiliga væl fyri til dystin. Og burtur sæð frá Hans Paula og Santos, so eru allir tøkir til dystin ímóti fugl­firðingum. Hetta er stevnu­dyst­ur, so tað hevur nógv at siga fyri okkum, at vit fáa ein góð­an dyst. Vinna vit, so eru vit ordiliga við aftur, sigur Heð­in Askham, venjari hjá EB/Streymi.

ÍF fær hesa ferð Kaj Ennigarð við aftur, eftir at hann hevði karantenu týskvøldið, tá eisini Høgni Zachariassen aftur var á liðnum eftir skaðasteðg. Pól Ennigarð situr uttanfyri við karantenu ein dyst aftrat, og enn er heldur einki at síggja til Rógva Jacobsen, sum framvegis er skaddur.

– Vit hugsa heldur ikki so nógv um, at hetta er eitt slag av forpremieru undan steypa­finaluni, men hinvegin vænti eg sjálvandi, at eg eri nakað klókari eftir dystin, um vit hugsa eitt sindur longur fram við fyri­reikingunum. Nú taptu vit á heimavølli síðst, so hjá okk­um ræður um at reisast aft­ur, sigur Abraham Løkin, venj­ari hjá ÍF.

Fyrru ferð, liðini hittust, var í Fuglafirði fyri góðum tveim­um mánaðum síðani, og tá endaði tað við javnleiki 1-1. Tað ferð­ina kom EB/Streymur á odda 1-0 stutt inn í seinna hálv­leik, men ímóti endanum eydnaðist ÍF at fáa javnleik