Stóra finalan í Ársins Songrødd 2011 verður hildin í høllin í Runavík leygarkvøldið 29. oktobur.
Hetta sama kvøldið verður eisini triðja og seinasta umfarið av sangkappingini. Av tí at klokkan skal flytast aftur 1 tíma, verður nóg mikið av tíð at fremja hetta.
Tvey koma víðari frá undanumfarinum, sum verður beint áðrenn sjálva finaluna. Tey skulu sostatt kappast móti hinum fýra, frá 1. og 2. undanumfari, um at gerast Ársins Songrødd 2011.
Tað verður sjálvandi eisini pláss til Dj-show har Dj Cool fer at diska tað nýggjast, sum herjar á hittlistunum kring heimin.
Fyrireikarar siga, at seinast, tá ið roynd varð at skipað fyri bussamband, misseydnaðist hetta tíverri, men tað verður rætta til hesa fer. Heitt verður tó á øllum teimum, sum ætla sær við bussi til tiltakið, um at tekna seg til skjótast til ber,