Komandi vikuskiftið verður Final Four í Champions League avgreitt í Lanxess høllini í Köln.
Leygardagin klokkan 14 spæla týsku og donsku meistararnir, Magdeburg og Aalborg hálvfinalu, og klokkan 17 spæla Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel hálvfinalu móti Barcelona.
Finalan verður leikt sunnudagin klokkan 17.
Fýra hondbóltsserfrøðingar, Chris O Reilly, Victor Tomas, Björn Pazen og Kevin Domas hava ongar vónir til liðið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel.
Teir tippa allir fýra, at Kiel tapir hálvfinaluna fyri Barcelona, og tríggir av teimum fýra vænta eisini, at Kiel tapir bronsudystin.
HER sæst hvat Chris O Reilly, Victor Tomas, Björn Pazen og Kevin Domas meta í Final Four:
##med2##