Serfrøðingar meta, at 15 - 20 prosent av næmingunum, duga hvørki at lesa ella skriva, tá ið tey fara úr Fólkaskúlanum. og nú við Gunnvør Balle hava Bjørn Kalsø, landsstýrismann í skúlamálum at greiða løgtinginum frá, hvat hann ætlar at gera við tann trupulleikan.
Og sambært henni, er nóg mikið at tríva í, tí eitt, sum stórt trot er á, eru skúlatímar til børn við serligum tørvi. Hon veit dømi um ein næming, sum Sernám metti til at hava tørv á fullum stuðli í 1. flokki, tvs, einar 22 tímar, men tá ið avtornaði, fekk allur skúlin hjá næminginum bara 10 tímar tilsamans.
- Hetta er tískil ein ovurstór avbjóðing, sum má takast í størsta álvara, sigur Gunnvør Balle.
Hon vísir á, at lesivegleiðar eru útbúnir, men teir verða ikki brúktir til fulnar, tí teir hava hvørki nóg nógvar tímar ella nóg smidliga skipan tá ið teir ferðast millum skúlar. - Somuleiðis eru 18 orðblindalærarar útbúnir, men enn er ongin tími játtaður til orðblindaundirvísing í fólkaskúlanum.
|