Fimti hvør hevur fingið fyrra prikið

Góð ferð er á koppsetingini, og nærum allir okkara elstu og veikastu borgarar eru koppsettir minst einaferð. Gongst sum ætlað, eru øll koppsett fyrst í august, skrivar heilsumálaráðið

Fimti hvør føroyingur hevur nú fingið fyrra koppsetingarprikið fyri koronu. Við tað at eldri fólk og fólk í serligum vandabólki hava verið raðfest fremst, merkir tað, at at kalla øll fólk í Føroyum, sum eru í øktum vanda, verða tey smittað við COVID-19 virusinum, nú eru koppsett minst einaferð.

Tilsamans eru 17.280 koppsetingar framdar, av hesum hava 11.751 fingið fyrra prikið, og 5.529 eru liðugt koppsett.

Um stígur ikki kemur í veitingarnar av koppingarevni, eru allir føroyingar liðugt koppsettir fyrst í august, skrivar COVID-19 koppsetingarbólkurin.