Fimta hvørt fólk kann doyggja

Vandi er fyri, at umleið fimta hvørt fólk í Ethiopia fara at doyggja í hungri, fáa tey ikki hjálp sum skjótast.

Tilbúgvingarnevndin í landinum sigur, at talið á teimum, sum tørva mat, veksur skjótt, og sum er hava 12,6 milliónir fólk tørv á at fáa matvøruhjálp. Fáa tey ikki tað, er vandi fyri, at øll fara at doyggja í hungri, sigur nevndin. Tað svarar til, at fimta hvørt fólk í Ethiopia kunnu líða hungursdeyðan.

Sambært tilbúgvingarnevndini er tørvur á 944.000 tonsum av mati til at nøkta tørvin teir næstu seks mánaðarnar, men enn hava lond bert lovað at lata 600.000 tons, sigur talsmaðurin hjá nevndini.