Fimm ára gamla Mari Luz er horvin

Sunnudagin fekk Mari Luz eina evru at keypa sær góðgæti fyri, men hon kom ongantíð aftur úr kioskini

Spania hevur nú fingið sítt Madeleine-mál. Sunnudagin hvarv tann fimm ára gamla Mari Luz í Torrejón-býarpartinum í býnum Huelva. Síðani hava skyldfólk, vinir, kenningar og fleiri hundrað løgreglumenn leitað við servandum hundum, men til fánýtis. Mari Luz er ikki at finna.

 

Málið hevur vakt serligan ans, tí Huelva er ikki langt frá portugisiska býnum Praia da Luz, har enska Madeleine McCann hvarv tann 3. mai í fjør, og spanska løgreglan hevur eisini kunnað portugisisku løgregluna um málið.

 

Pápi Mari Luz, Juan José Cortez, er prestur, og hann heldur tað ikki vera óhugsandi, at onkur hevur burturflutt gentuna við tí fyri eyga at krevja loysigjald fyri at lata hana leysa. Løgreglan í Huelva sigur seg hava illgruna um, at gentan kann verða burturflutt sum hevnd ímóti einum skyldfólki hennara, men tað málið er ikki liðugt kannað.

 

Løgreglan hevur fingið nakrar frágreiðingar frá fólki, sum halda seg hava sæð okkurt óvanligt. Tann mest sannførandi frágreiðingin er frá einari kvinnu, sum helt seg síggja Mari Luz saman við einari kvinnu í einum bussi. Kvinnan sat undir gentuni, sum græt. Løgreglan hevur avhoyrt bussføraran, men hann dugdi ikki at minnast nakað óvanligt.