Fimm ár síðani flóðalduna

Um alt Asia minnast fólk í dag ta stóru flóðalduvanlukkuna, sum kravdi 230.000 mannalív annan jóladag í 2004. Flóðalduvanlukkan gjørdi serliga stóran skaða í indonesiska landspartinum Aceh, har umleið 170.000 fólk doyðu. Har verður skipað fyri fleiri minningartiltøkum í dag.

Í Sri Lanka góvu myndugleikarnir boð um at halda tøgn í tveir minuttir í dag til minnis um tey, sum doyðu har, tá flóðaldan skolaði inn yvir landið.