Fimm mistu koyrikortið


 

Løgreglutíðindi


Løgreglan hevur verið nógv úti um vikuskiftið, og tað úrslitaði í, at fimm førarar mistu koyrikortið. Fýra fyri at koyra við kenning, meðan ein varð tikin fyri at koyra ov skjótt.

Vikuskiftið hevur verið langt, og tí hava umstøðurnar at fáa sær eina kenning verið betri enn vant. Leygardagin var løgreglan úti og gjørdi vanligar kanningar, og tríggir førarar vórðu tiknir fyri at hava ov nógv alkohol í blóðinum. Sunnudagin var enn ein tikin fyri at koyra ov við kenning.

Blóðroyndir eru tiknar av teimum øllum, og tær eru sendar niður. Er promillan millum 0,5 og 0,8 fáa førararnir eina treytaða frádøming av koyrikortinum, men er promillan hægri enn tað, so er frádømingin treytaleys.

Leygardagin var løgreglan eisini úti við ferðmátaranum í sambandi við landsdystin á Svangaskarði. Har var ein tikin fyri at koyra upp ímóti 120 kilometrar um tíman.

Annars hava nøkur smá ferðsluóhapp verið, tó uttan stórvegis skaða.