Fimm heiðurslønir handaðar miðlafólkum

Miðla Awards 2011 Leygarkvøldið fall avgerðin um, hvørji tíðindafólk vórðu heiðrað fyri fimm ymisk avrik í fjør.

Hetta hendir eftir at felagið tíðindamaðurin, Finnur Jensen umvegis Føroysk Miðlafólk skipaði fyri hesum tilnevningunum.

Eftir aðalfundin í Miðlafólk leygardagin var kunngjørt, hvør ið vann hvørja av teimum fimm greinunum – ársins mynd, ársins sending, ársins grein, besta innslag og besta dekning.

Í dómsnevndini sótu fleiri fyrrverandi tíðindafólk – Tróndur Djurhuus, Enna Garðshorn Mikkelsen, Birgir Kruse og Ingi Rasmussen.

- Fyrsta heiðurin fekk Jógvan Helgi Hansen, ið sum myndamaður fyri Vágaportalin tók eina mynd av monnum ið asfaltera flogvøllin, samstundis sum eitt flogfør er í ferð við at lenda.

- Onnur heiðurslønin var latin Dagmar Joensen-Næs og Johannes Danielsen, sum gjørdu sjónvarpssendingina Faðirloysingarnir um grønlendingar, ið leitaðu eftir føroyska uppruna sínum

- Triðju heiðurslønina fekk Sveinur Tróndarson á Dimmalætting fyri eina grein um nýhugsan innan mjólkaframleiðslu í Føroyum.

- Fjórða heiðurslønin fór til sjónvarpsmannin Rógva Rasmussen fyri eitt innslag í Degi og Viku um vantandi ergoterapeutiskt tilboð til fimm ára gamlan drong við serligum tørvi.

- Fimta og seinasta heiðurslønin var latin fyri besta dekning, og varð hon latin Dimmalætting fyri skrivingina um flatskatt og pensjón.

Eftir handanina var veitsla hildin, har tíðindafólk og onnur miðlafólk úr mongum ymiskum miðlum hugnaðu sær saman.

Mynd: Sveinur Tróndarson, Dimmalætting tekur ímóti heiðursløn frá dómsnevndarlimi, Ingi Rasmussen, fyri journalistiska avrik sítt í fjør (Mynd: Árni C. Joensen)