Í løtuni er annað av teimum størru ísfiskalínuskipunum, sum eru eftir í Føroyum, til fiskiskap. Teir eru norðanfyri og fiska tosk og hýsu.
- Væntandi kemur ísfiskalínuskipið inn at landa síðst í næstu viku ella fyrst í aðru, siga tey á Fiskamarknaði Føroya í dag.
Av frystulínuskipunum, sum eru til fiskiskap, fiskar eitt í íslendskum sjógvi, fimm eru ávegis til Eysturgrønlands, og tvey fiska undir Føroyum.
- Frystilínuskipini fáa mest av toski, hýsu, longu og brosmu, verður lagt aftrat.
Um útlitini til útróður í næstu viku, verður sagt, at streymurin er góður í løtuni, men harðnar, sum næsta vika gongur.
- Veðrið verður gott, og vit vænta nógvan útróður, siga tey á Fiskamarknaði Føroya í dag.