- Fimm fólk vilja vera stjóri

Nú skal Landsbankin hava ein stjóra. Tað sigur nevndarformaðurin Tummas Eliasen við Kringvarpið í dag. Og tað verður fyrsta dagin, at nýggi stjórin verður valdur. 

 

 

Tummas Eliasen sigur við Kringvarpið, at nevndin fer í næstum at taka støðu til spurningin. Tað eru fimm fólk, sum vilja stjórna Landsbankanum, og har í millum eru bæði kynini umboðað. 

 

 

Malan Johansen hevur røkt stjórastarvið á Landsbankanum fyribils, síðani hesin varð endurstovnaður á nýggjárinum.