Ígjár bleiv staðfest, at 43 ára gamli Ildefons Lima úr Andorra setti eitt ótrúligt heimsmet.
Tá Andorra ígjár tapti 1-2 (0-2) fyri Sveis á heimavølli Í EM-undanbólki I kom 43 ára gamli Ildefons Lima á vøllin í 87. minutti fyri at spæla sín A-landsdyst nummar 135 fyri Andorra.
Ildefons Lima spældi sín fyrsta A-landsdyst tann 22. juni í 1997, tá hann var 17 ár. Tá tapti Andorra í einum venjingardysti 1-4 fyri Estlandi.
Ildefons Lima er tann A-landsliðsleikarin í heimssøguni, ið hevur spælt A-landsdystir í tí longsta tíðarskeiðnum nakrantíð. Metið hjá Ildefons Lima er 25 ár og 359 dagar.
Gamla metið átti waliska Manchester City og Manchester United legendan, Billy "The Welsh Wizard" Meredith, ið livdi millum 1874 og 1958.
Billy Meredith spældi gjøgnum 24 ár og 365 dagar 48 landsdystir fyri Wales. Hetta var millum 1895 og 1920.
Altjóða felagsskapurin fyri fótbóltssøgu og fótbóltshagtøl, IFFHS hevur gjørt eitt yvirlit yvir teir 10 fótbóltsleikararnar, ið hava havt tað longsta landsliðstíðarskeiðið í søguni. Ikki færri enn fimm av hesum 10 hava spælt landsdystir móti Føroyum, og enntá í Føroyum. Tríggir vóru frammi langt áðrenn Føroyar byrjaðu at spæla altjóða landsdystir.
Her er yvirlitið hjá IFFHS. Teir sum hava spælt móti Føroyum (og í Føroyum) eru í skráskrift:
Nr | Leikari | Land |
Ár og dagar | Fyrsti dysturin | Úrslit fyrsti dysturin | Seinasti dysturin | |
1 | Ildefons Lima | Andorra | 25-359 | 22/06/1997 | Estland 1-4 | 16/06/2023 | Sveis 1-2 |
2 | Billy Meredith | Wales | 24-365 | 16.03.1895 | Írland 2-2 | 15/03/1920 | Ongland 2-1 |
3 | Marc Pujol | Andorra | 23-050 | 06/02/2000 | Albania 0-3 | 28/03/2023 | Kosovo 1-1 |
4 | Stanley Matthews | Ongland | 22-228 | 29/09/1934 | Wales 4-0 | 15/05/1957 | Danmark 4-1 |
5 | Juli Sánchez | Andorra | 22-210 | 13/11/1996 | Estland 1-6 | 11/06/2019 | Frakland 0-4 |
6 | Pat Onstad | Kanada | 22-095 | 18/02/1988 | Bermuda 0-0 | 24/05/2010 | Argentina 0-5 |
7 | Essam El-Hadary | Egyptaland | 22-092 | 25/03/1996 | Suðurkorea 1-1 | 25/06/2018 | Saudiarabia 1-2 |
8 | Hussein Abdulghani | Saudi Arabia | 22-062 | 19/09/1996 | Sambia 2-1 | 20/11/2018 | Jordan 1-1 |
9 | Pat Jennings | Norðurírland | 22-058 | 15/04/1964 | Wales 3-2 | 12/06/1986 | Brasil 0-3 |
10 | Zlatan Ibrahimović | Svøríki | 22-052 | 31/01/2001 | FØROYAR 0-0 | 24/03/2022 | Belgia 0-3 |