Fimm amerikumenn bjagaðir í Íslandi

Ein íslendk bjargingingartyrla kom um 13-tíðina fram á fimm amerikanarar, sum vóru komnir heldur illa fyri í landnyrðing úr Hofsjøkuli

Myndugleikarnir í Íslandi hoyrdu snimma í morgun neyðsynjarboð frá einum gonguhópi á hálandinum við Hofsjøkul.

 

Fimm amerikanarar vóru komnir illa fyri, men tíbetur kom ein bjargingartyrla fram á gonguhópin um 13-tíðina. Hesir høvdu tá gjørt seg til at sova á hálendinum nærindis Spregisandi í landnyrðing úr Høfsjøkuli.

 

Tyrlan flutti tey fimm til Akureyrar, har tey vóru væl móttikin. Ongin teirra hevði fingið álvarsligan skaða.