Fimleikaframsýningar hjá Havnar Fimleikafelag

Okkurt um 1200 fimleikarar hjá Havnar Fimleikafelag fara at vísa síni kynstur, tá felagið skipar fyri seks framsýnigum í FIMI og í høllini á Hálsi

Okkurt um 1200 fimleikarar hjá Havnar Fimleikafelag fara at vísa síni kynstur, tá felagið skipar fyri seks framsýnigum í FIMI og í høllini á Hálsi.

 
Havnar Fimleikafelag endar hetta og komandi vikuskiftið eitt væleydnað fimleikaár. Fimleikarárið verður rundað av við forvitnisligum framsýningum har flestu íðkandi limirnir í felagnum, fara at vísa hvat teir hava fingist við í vetur.
 
Av tí at talan er um so nógv lið er neyðugt at skipa fyri ikki færri enn seks framsýningum. Tvær av hesum vera í dag í FIMI. Næsta leygardag vera tríggjar framsýningar í høllini á Hálsi, og tann seinsasta verður mánadagin 23. mars í høllini á Hálsi. Framsýningarnar verða skipaðar soleiðis, at íðkarnir vera býttir upp eftir aldri.
 
Í dag verða tvær amboðsframsýningar í FIMI. Framsýningin kl. 11 var við íðkarum úr 1. flokki til og við 4. flokk og framsýningin kl. 14 er við íðkarum úr 5. flokki og eldri.
 
Framsýningarnar halda tó á fram í høllini á Hálsi næsta vikuskiftið. Leygardagin 21. mars kl. 10, eru tað børn undir skúlaaldur, kl. 13.30 eru tað børn úr 1. til 3. flokk, sum fara á gólvið. Seinasta sýningin leygardagin verður kl. 17, tá eru tað ung úr 4. upp til 6. flokk, ið fara at royna seg.
 
Seinasta sýningin verður mándagin 23. mars. Henda sýningin er við 7. flokki og eldri.
 
Meiri er at lesa um felagið og framsýningarnar á www.hf.fo