Fimleikafagnaðurin verður 30. og 31.okt í Norðurlandahúsinum. Hetta er 18. ferð at fagnaðurin er. Fimleikafagnaðurin verður sýndur annaðhvørt ár, har luttakandi feløg vísa breiddina í felagnum, við at lýsa ársins evni. Evnið verður lýst við rørslum, ljósi, tónleiki og hugflogi, skrivar Fimleikasambandi.
Í ár luttaka Fimleikafelagið Flog, Fimleikafelagið Støkk, Fimleikafelagið Ljósið, Klaksvíkar Fimleikafelag og Havnar Fimleikafelag. Evnið er: "Pátrúgv".
- Við trimum sýningum bjóða vit áskoðarunum til eina flotta, stuttliga og spennandi fimleikaframførsluna fyri alla familjuna. Vinnarin av fagnaðinum verður kunngjørdur til síðstu sýningina, siga tey úr Fimleikasambandinum.
Fimleikasambandið boðar eisini frá, at atgongumerki verða til sølu frá mánadegnum á www.nlh.fo.
Sýningar:
30.okt kl.15.00
31.okt kl.13.00
31.okt kl.17.00