Filmur um Hobban

Eftir ætlan kemur undansøgan til ?Ringanna Harra? út á filmi í 2012. Bókin um Hobban verður flutt yvir á hvíta løriftið, men lítil og eingin kunning hevur verið um filmin. Sum skilst verða nógvir av leikarunum tó teir somu, sum í filmunum um Ringanna Harra.

 

Cate Blanchett fær eftir øllum at døma aftur leiklutin sum Galadriel, Hugo Weaving spælir Elrond, Ian McKellan spælir Gandalf og Andy Serkins fær aftur leiklutin sum Gollum.

 

Leiklutin sum ungi Bilbo Baggins sigst Martin Freeman fáa.

 

Bókin ?Hobbin? snýr seg um ævintýraran og hobban, Bilbo Baggins, sum saman við dvørgunum fer á eina langa ferð fyri at vinna ein stolnan skatt aftur.

 

Bókin verður býtt í tveir filmar, og tann fyrri kemur í 2012.