Filmur um fiskiskap í Atlantis

Í annaðkvøld kl 19 og aftur sunnukvøldið kl. 19 verður 40 ára gamal filmur vístur um fiskiskap í Atlantis. Tað er Jákup Anthoniussen, sum hevur upptikið filmin frá 1969-1972. Filmurin vísir fleiri kend gomul skip, ið fiska undir Grønnlandi, Íslandi, Newfoundlandi, Barentshavinum og Føroyum. Við hesum filminum er møguleiki at síggja nógv kend andlit aftur, ið ikki longur eru í millum okkum. Tað munna vera mong, ið hava havt ein pápa ella abba, ið hava verið til fiskiskap í hesum tíðarskeiðinum, og um vikuskiftið verður so møguleiki at síggja tey aftur.

- Hetta er ein samandráttur av ymiskum gomlum upptøkum, sum eg havi tikið ígjøgnum tíðina. Tó at hetta als ikki er ein professionellur filmur, so eru tað fleiri, ið hava spurt eftir hesum filminum, tí við hesum er søgan varðveitt, sigur Jákup Anthoniussen.

Filmurin er umleið hálvanannan tíma, og er tað møguligt at bíleggja sær atgongumerki inni á www.atlantis.fo