Filipinskt jólaborðhald í kavaroki

Nú stundar til jóla skulu flest okkara, eftir vanligum siði, til eitt ella fleiri jólaborðhald. Soleiðis varð eisini hjá mongum av tilflytarunum í Føroyum úr Filipsoyggjunum, sum møttust til stórt borðhald á Hotel Tórshavn í vikuskiftinum.

Nú stundar til jóla skulu flest okkara, eftir vanligum siði, til eitt ella fleiri jólaborðhald. Soleiðis varð eisini hjá mongum av tilflytarunum í Føroyum úr Filipsoyggjunum, sum møttust til stórt borðhald á Hotel Tórshavn í vikuskiftinum. Tað vóru umleið 50 fólk við til jólaborðhaldið, sigur filipinska Jocelle í Gerðum, sum nú býr í Klaksvík. Áhugin fyri at hittast og hátíðarhalda høgtíðina saman er stórur, men tað var bert pláss fyri umleið 50 fólkum í hølunum, sigur hon, og tískil kundu øll ikki vera við.

 

Tey byrjaðu kvøldið við filipinskari bøn og filipinska tjóðsanginum. Síðani var kvøldið líkt teimum vanligu føroysku borðhaldunum við góðum mati, gávum, spølum og undirhaldi. Tó víkja borðhaldini tó frá teimum filipinsku, við tað at tað er kuldi og kavarok uttanfyri.

 

Jocelle í Gerðum sigur at á Filipsoyggjunum eta tey grískjøt á jólum, og vanligt er at bjóða familju, vinum og kenningum við at hátíðarhalda jólini. 

 

Í Føroyum eru 117 tilflytarar úr Filipsoyggjunum, sambart hagstovuni.