Orsøkin er handfaringin av søluni av Íslandsbankanum, tá ríkið seldi síni 22,5 prosent av partabrøvunum í bankanum. Umboðsmaðurin er komin til ta niðurstøðu, at fíggjarmálaráðharrin ikki var gegnigur at góðkenna søluætlanirnar.
Bjarni Benediktsson boðaði á frá uppsøgn síni á tíðindafundi í morgun, eftir at hava gjøgnumgingið niðurstøðuna hjá Umboðsmanninum.
Hann fanst at fleiri viðurskiftum í frágreiðingini, men segði kortini, at tað hevur týdning at virða niðurstøðuna hjá Umboðsmanninum.
Hann segði, at hann hevði tosað við forsætisráðfrúuna um málið og fer at gera tað saman við flokki sínum, Sjálvstæðisflokkinum.
– Í veruleikanum havi eg einki annað val. Eg vil ikki seta ætlanirnar hjá ráðnum í vanda, og eg leggi dent á, at vald eisini hevur ábyrg við sær, sigur nú fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin í Íslandi.
Bjarni Benediktsson er sjeyndi ráðharrin í íslendsku søgu Lýðveldisins, sum leggur frá sær. Hinir eru hesi:
- Albert Guðmundsson, 1987.
- Guðmundur Árni Stefánsson, 1994.
- Björgvin G. Sigurðsson, 2009.
- Hanna Birna Kristjánsdóttir, 2014.
- Sigmundur Davíð Gunnlaugsson, 2016.
- Sigríður Andersen, 2019.
- Bjarni Benediktsson, 2023.










