FIFA-varaforsetin stuðlar Onglandi

Jack Warner, sum bæði er varaforseti í FIFA, og forseti hjá CONCACAF, fótbóltssamgonguni hjá norður- og millumamerikonsku londunum hevur áður verið neiligur yvirfyri Onglandi, men nú hevur hann broytt støðu. Bretski forsætisráðharrin, Gordon Brown vitjar Trinidad og Tobago í hesum døgum, og hann hevur verið á fundi við Jack Warner. Aftaná fundin við bretska forsætisráðharran segði Jack Warner: - Brown heldur, at Ongland eigur tørn nú, aftaná 52 ár, og eg eri samdur við honum. Ongland hevur tað besta undirstøðukervi, fyri at vera vertur til eina so stóra kapping.