Nigerianski forsetin, Goodluck Jonathan, hevur tikið tað óvanliga stigið at bannað landsliðnum at spæla ella vera til í tvey ár. Og tað fellur ikki í góða jørð hjá Fifa.
Fifa hevur greiðar reglur fyri politiskari íblanding, men meira kann eg ikki siga í løtuni. Í ringasta føri kann eitt tjóðarsamband útihýsast frá Fifa, sigur ein talsmaður fyri Fufa.
Stjórnin hjá Goodluck Jonathan kunngjørdi mikudagin, at nigerianska fótbóltssambandið fór at verða upployst, og ein fyribils nevnd sett í staðin
Goodluck Jonathan, forseti, hevur boðað frá, at Nigeria tekur seg aftur frá altjóða kappingum í tvey ár fyri at fáa landsins fótbólt á rættkjøl aftur, segði serligi ráðgevi forsetans, Ima Niboro og legði aftrat, at hetta stigið var neyðugt orsakað av vánaliga avrikinum við HM.
Sepp Blatter, Fifa-forseti, ávaraði franska forsetan, Nicolas Sarkozy, um ikki at blanda seg í fótbóltsviðurskifti, tá franska mentamálanevndin hevði fund við franska landsliðið fyri at finna út av, hvat var galið undir HM.
Vit hyggja at báðum málunum. Tá tað snýr seg um Nigeria hava vit fingið almenna frágreiðing frá stjórnini, sigur samskiftisstjórin hjá Fifa, Nicolas Maingot sambært BBC.