Fico: - Eg fyrigevi manninum sum skeyt meg

- Tíðin er komin at taka fyrsta stigið, og tað er fyrigeving. Eg føli einki hatur móti manninum sum skeyt meg, sigur Robert Fico.

Skaðarnir, sum Robert Fico fekk, tá hann varð raktur av fleiri skotum, vóru lívshóttandi.

Forsætisráðharrin í Slovakia, Robert Fico, vónar at verða aftur til arbeiðis í endanum av hesum mánaðinum.

 

Hin 59 ára gamli varð raktur av fleiri skotum, eitt nú í magan, tá ein 71 ára gamal maður, ið áður hevur starvast sum trygdarvørður, royndi at beina fyri forsætisráðharranum.

 

Tað var hin 15. mai, at hann var fyri drápsroyndini, sum akkurát tað sama kundi beint fyri honum.

 

Skaðarnir, sum Robert Fico fekk, vóru lívshóttandi, og hann noyddist undir skurð í fleiri tímar, og hann fekk eisini eftirskurðviðgerðir, sum dagarnir gingu.

 

Í dag deildi forsætisráðharrin eitt video-brot, har hann sigur, at hann fyrigevur tí 71 ára gamla, sum skeyt hann.

 

Tað er ikki endaliga staðfest, hvat motivið fyri at vilja beina fyri Robert Fico var, men tað hevur verið hildið, at motivið var politiskt.

 

- Tíðin er komin at taka fyrsta stigið, og tað er fyrigeving. Eg føli einki hatur móti manninum sum skeyt meg, sigur forsætisráðharrin í upptøkuni.

 

Robert Fico sigur eisini, at hann vónar partvís at kunna taka arbeiðið sum forsætisráðharri upp aftur í endanum av hesum mánaðinum.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í dag.

 

 

 

Skaðarnir, sum Robert Fico fekk, tá hann varð raktur av fleiri skotum, vóru lívshóttandi.