Hamilton viðgekk, at hann hevði fingið boð um ikki at fara framum liðfelagan Alonso, ið vann koyringina. Sambært reglunum hjá FIA, er tað ikki loyvt at brúka sonevnd liðboð, har ein av koyranum fær boð um ikki at fara framum hin.
Hamilton vísti á, at á hansara bili stóð eitt tveytal, og at hetta merkti, at hann var annarkoyrari hjá McLaren og at hetta mátti hann bara góðtaka. Serliga Ferrari hevur vunnið nógv við at hava greiðar fyrsta- og annankoyrara. Tó uttan, at nakar hevur sagt hetta beinleiðis. McLaren stjórin Ron Dennis hevur verið ein av teimum mest atfinningarsomu móti hesum áður, men tykist nú at vera dottin í somu grøv.
Dennis vísir tó aftur, at tey brúka liðboð í McLaren, men vísir á, at júst breytin í Monako er so serlig, at liðið frammanundan koyringini má gera av, hvør bilur skal vinna, og hvør skal gerast nummar tvey. Tí tað er nærum ógjørligt at fara framvið bilum á smalu breytini.
Fyri bretska liðið McLaren kann henda hending verða sera óheppin. Tí at eitt bretskt lið gevur einum spaniumanni, ið áðrenn koyringina lá nummar tvey í HM, fyrimun framum einum breta, ið lá nummar eitt í HM, kann vera ov nógv av tí góða fyri motorítróttar fjepparar í Bretlandi.
Ron Dennis er kendur fyri rættiliga kontanta viðferð móti fólki, ið ikki gera sum hann vil, tí er spurningurin, hvat hetta fer at hava av avleiðingum fyri Hamilton, ið man vera størsta stjørnan í formil 1 í løtuni.










