HB spældi sunnudagin móti íslendsku meistarunum úr FH í dysti um sonevnda Atlantic-steypið. Hetta er dysturin millum meistararnar úr Íslandi og Føroyum, og varð dysturin í ár leiktur í Íslandi.
Í fjør vann HB tilsvarandi dystin móti KR, men í ár gekk tó ikki hjá føroysku meistarunum. FH vann ein tryggan 4-1 sigur, eftir at støðan í steðginum hevði veð 2-0. Einsamalla máið hjá HB skeyt Emil Nolsøe Leifsson, tá hann við frálíkum langskotið minkaði munin til 4-1.
Millum teir 350 áskoðararnir, sum vóru til dystin, vóru á leið 30 viðhaldsfólk hjá HB, sum høvdu tikið av tilboðnum hjá felagnum um at keypa sær pláss á ferðini.