FH-málskjúttin: Vit vinna á Víkingi í Føroyum

Emil Pálsson, sum legði FH á odda er sigursvísur, og hevur góðar vónir um, at FH greiðir setningin á Tórsvølli komandi týskvøld

- Mett í mun til hvussu dysturin var spældur er givið, at vit eru sera vónbrotnir um hetta úrslitið. Orðini eigur málskjúttin hjá FH, Emil Pálsson, sum í Champions League undankappingardystinum á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfjørðinum legði FH á odda 1-0 ímóti Víkingi. Dysturin endaði 1-1. 

 

Í samrøðu við Morgunblaðið sigur Emil Pálsson: - Teir (Víkingur red.) lógu ógvuliga aftarliga á vøllinum, og tettu væl um verjuna, men vit megnaðu kortini at skapa málmøguleikar, sum vit áttu at gagnnýtt. Tað var kloddaligt at fáa hatta brotssparkið ímóti okkum, men hetta er bara komið í helvt, og vit fara at seta tingini uppá pláss í Føroyum í komandi viku, sigur Emil Pálsson við Morgunblaðið. 

 

Emil Pálsson tykist hava rættiliga ilt av spælskipanini hjá Vìkingi. Víðari sigur hann við Morgunblaðið: - Tað er torført at spæla ímóti einum liði, har tann fremsti maðurin er á egnari hálvu. Vit fluttu bóltin skjótt út á vengurnar, og spældu væl, men vit áttu at skorað meir enn eitt mál í dystinum. Givið er, at hetta mugu vit megna betur í tí seinna dystinum. Eg vænti ein líknandi dyst, har teir (Víkingur red.) liggja aftarliga á vøllinum. Nú kenna vit teir (Víking red.) nógv betur, og eg eri vísur í, at vit vinna dystin í komandi viku, sigur ein rættiliga sigursvísur Emil Pálsson við Morgunblaðið.

 

Møguliga kann bara ein fullsettur Tórsvøllur skaka Emil Pálsson? So fáa vit at síggja um Fótbólts-Føroyar ætla, at Emil Pálsson skal hava rætt um dystin komandi týskvøld, ella fáa vit ein landsliðsstemning, har Víkingur verður borin av einari stórari fjøld. Vónandi hendir tað seinna.