Felagsformansvalið í Føroya Fiskimannafelag nærkast nú endanum, og soleiðis nærkast eisini spenningurin um, hvør fer at vinna valið hesaferð.
Jan Højgaard, formaður seinastu seks árini, er í kapping um formanssessin við tveir avbjóðarar. Annar er Grímur Hammer av Eiði sum eisini starvast á skrivstovu Fiskimannafelagsins - og hin er Sakaris Zachariassen, sum býr í Skálavík.
Í dag verður boðað frá, at seinasta freist at lata inn atkvøðuseðil er 30. januar á midnátt.
- Teir limir, sum møguliga ikki enn hava fingið atkvøðuseðil, verða bidnir um at venda sær til skrivstovu felagsins, sigur Føroya Fiskimannafelag.
Formansskeiðið í Føroya Fiskimannafelag byrjar 1. februar, og felagsformaðurin verður valdur fyri trý ár í senn.