Festivalar gott fyri tónleikararnar

Uni Leitisstein Hansen tosar við Rás 2 um festivalsummarið í Føroyum

Voxbotn, G!, Summar Festivalurin, Liva, Undir Brúnni, Tórsfest, Sørvágs Country- og Bluesfestivalur. Festivalarnir eru nógvir í tali í summar, men hvussu nógvum festivalum rúmar Føroyar? Mjús, Jóansøkufestivalurin, Fjarðafestivalurin er dømi um festivalar, ið ikki eru longur.

 

Rás 2 tíðindi høvdu eitt prát við Una Leitisstein Hansen.

 

Uni Leitisstein Hansen sigur, at fyrst og fremst er hetta gott fyri tónleikararnar. Festivalarnir hava á ein tikið yvir frá diskotekunum. Eftir at diskotekini fækkaðust, hava tónleikabólkarnir ikki havt so nógvar pallar at spæla á, og tað er hetta tómrúmið, sum festivalarnir nú fylla, í øllum førum ein part av árinum. Spurningurin er so, hvussu nógvar festivalar kunnu bera seg, men tað finnir ein bara út av, við at skipa fyri og royna seg fram.

 

Les eisini Føroyar klára ikki fleiri festivalar

 

Uni Leitisstein Hansen sigur víðari, at tónleikararnir mugu ansa tó eftir, at teir ikki troytta fólk, við at vera á ov mongum festivalum. Tónleikararnir sjálvir brenna neyvan út, so nógv spæla teir ikki, men teir mugu ansa eftir, at fólk ikki troyttast av teimum.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna Barbara Holm hevði við Una Leitisstein Hansen.