Festival-tostasløkkjarar

Festival-sesongin er á toppinum nú og øl-slagið sum verður stoytt niður í hálsin í hesum døgum er heldur av meiri lættrennandi og tostasløkkjandi slagi hugsi eg. Havi hugt nærri at hvat finst av slíkum á hillunum hjá Rúsuni. Talan er um stór multinational brands, ið eru at síggja um allan heim.

Amerikanska Budweiser, spanska San Miguel og Tiger úr Singapore. Einaferð hava hesi merki verið lokal bjór, men í dag eru tað stórar altjóða fyritøkur sum eiga og marknaðarføra. Og harafturat verða hesi sløgini bryggjað ymsastaðni í heiminum á sokallaðum lisensi. Kenda Heineken eigur millum annað Tiger. Sum tað týðuliga sæst á ummælunum er her veruliga talan um mainstream pilsnara-øl úr niðasta skuffu. Poppsmartar øl. Hví stendur Budweiser-dósin at rúma 473 cl? Tað er næstan 5 litrar. Undarligt at teir ikki hava varnast prentvilluna hjá Anheuser-Busch í St. Louis.

Føroya Bjór er aftur á slóðina við einari rabarbu-bjór, nevnd Ydun, eftir norrønu gudinnuni, ið ímyndar ævigan ungdóm. Fólkini á Føroya Bjór hava verið sera røsk seinnu árini at menna nýggja vøru og enntá við at nýta tilfeingi úr føroysku náttúruni. Í hesum førinum, føroyskar rabarbur. Tað skula tey hava stórt herðaklapp fyri! Men ikki altíð hepnast líka væl. Ydun riggar ikki heilt. Haldi eg. Bjórin er alt ov løtt og rabarbu-eyðkennið ov veikt. Minnir ov nógv um vanligt lætt pilsnara-øl og tíverri kemur ein metal-tóni fram í smakkinum sum órógvar nakað nógv. Liturin er vakur, men sum innihalds-lýsingin á etikettuni sigur, er talan um E163, eisini kent sum anthocyanin. Vit ræðast E-nummur, men í hesum førinum er talan um natúrligt litevni, vunnið úr víndrúvuflusi.


Heiti: Føroya Bjór Ydun rabarbubjór (4,6 % abv)

Uppruni: Lager-øl úr Føroyum

Ummæli: Vakur reyður litur. Froðin somuleiðis rósa-skúmandi. Sera veikur angi, eitt sindur vinøsur frá rabarbunum, annars einki. Einki samsvar er millum lukti og smakk. Ein harður metaltóni og keðiligur pilsnara-smakkur er alt. Ikki væleydnað bjór.

Kostnaður: Kr. 57,50 (6-pakki)

Skoðsmál: 2 stjørnur **


Heiti: Budweiser (5 % abv)

Uppruni: Lager-øl úr USA

Ummæli: Ljósur gulur litur. Kritahvítur froði. Eingin angi, eingin smakkur. Men bleyta kenslan gevur eina stjørnu.

Kostnaður: Kr. 20,00 (47,3 cL)

Skoðsmál: 1 stjørnu *


Heiti: San Miguel Especial (5,4 % abv)

Uppruni: Lager-øl úr Spania

Ummæli: Ljósur gulur litur. Kritahvítur froði. Eingin angi, eingin smakkur. Rá kolsýru-kensla. Sera vánalig bjór.

Kostnaður: Kr. 21,50 (50 cL)

Skoðsmál: 0 stjørnur


Heiti: Tiger (5 % abv)

Uppruni: Lager-øl úr Singapore

Ummæli: Ljósur gulur litur. Kritahvítur froði. Ein veikur og fínur humlu-angi. Í lætta smakkinum eru tónar av sitrus og humlu. Annars rættiliga vatndeyv.

Kostnaður: Kr. 16,50 (33 cL)

Skoðsmál: 2 stjørnur **