Ferrari nýggjheit í Genéve

Á Genéve  Motorshow í mars verður ein av stóru nýggjheitunum Ferrari GTC4 Lusso.

 

GTC4 Lusso avloysir Ferrari FF, sum eisini er ein 4-persóna bilur. Eins og forgangarin er hesin til teir kundar, som ynskja sær ein ektaðan Ferrari til fýra persónar.

 

GTC4 Lusso hevur V12-motor við 690 hk. Bilurin vigar 1.790 kg og koyrir frá 0-100 km/t upp á 3,4 sekund. Toppferðin er 335 km/t.

 

Ferrari GTC4 Lusso er útgjørdur við tí sum Ferrari nevna heimsins mest framkomna 4x4-skipan, sum automatiskt tilpassar seg hvørt av teimum fýra hjólunum á bilinum.

 

Ferrari er millum heimsins fremstu framleiðarar av super sportsbilum. Í 1940 stovnaði Enzo Ferrari  fyritøkuna "Auto Avio Costuzioni Ferrari". Enzo Ferrari vildi ongantíð gera kompromis við nakran um kvalitetin á bilunum, ella hvussu skjótt teir kundu koyra. Ferrari býurin Maranello er í dag eitt av stóru ferðamálunum í Evropa.