Myndugleikarnir í Danmark fara nú at biðja norskar myndugleikar kanna, hvat veruliga hendi, tá eldur kom í ferjuna Scandinavian Star um náttina tann 7. apríl í 1990. Vanlukkan kravdi 159 mannalív.
Ríkisadvokaturin í Danmark hevur kannað vanlukkuna, og sambært Ritzau-tíðindastovuni fer hann skjótt at almannakunngera eina frágreiðing, har hann ger viðmerkingar til upplýsingar frá serkønum svenskum teknikarum.
Scandinavian Star-vanlukkan er kannað fyrr, og fyri fimm árum síðani segði ríkisadvokaturin, at tað var ikkii grundarlag fyri at kanna málið umaftur. Men síðani eru svenskir teknikarar komnir við ymsum upplýsingum, sum hava vakt ans.
Eitt nú eru teknikararnir komnir eftir, at fleiri eldsbrunar kyknaðu umborð á skipinum langt aftaná, at tann fyrsti eldsbrunin var staðfestur - og aftaná, at maðurin, sum bleiv roknaður sum upphavsmaður til eldin, var deyður.
Nú hevur ríkisadvokaturin gjørt av at biðja norskar myndugleikar kanna svensku kanningarúrslitini. Orsøkin er, at Danmark, Noreg og Svøríki gjørdu upprunaliga av at býta kanningarnar sínamillum, og tá skuldu norðmenn kanna, hví eldur kom í ferjuna.