Ferjuskipari: Sum at sigla við einum Tesla

Reiðaríið hevur spart veðurlagnum fyri 19.000 tonsum av CO2.

Ferjurnar »Tycho Brahe« og »Auroar«, sum sigla millum Helsingør í Danmark og Helsingborg í Svøríki, líkjast øðrum ferjum. Men í staðin fyri diesel syrjga 57 tons av battaríum fyri siglingini.

ForSea, sum røkir sambandið millum Oyrasundsbýirnar, hevur júst hátíðarhildið eitt ára dagin fyri el-riknu ferjunum.

Og tað hevur higartil verið ein fragd at standa á brúnni, sigur Jørgen Damgaard, skipari hjá ForSea.

##med2##

– Tað er lekkurt. Eingin gangur, ongar ristingar í skipinum. Tað er sum at sigla ein Tesla. Skipið glíður bara stillisliga og varliga eftir sjónum. Tað er ein fragd, sigur Jørgen Damgaard.

Hetta árið el-ferjurnar hava siglt, hevur reiðaríið minkað CO2 útlátið við 19.000 tonsum, ella næstan helmingin av øllum útlátinum.

Umframt el-raksturin roynir ForSea eisini at verja umhvørvið á øðrum økjum.

– Vit skilja ruskið so nógv, vit kunnu. Vit beina fyri tí á umhvørvisvinarligan hátt. Vit hugsa um, hvussu vit kunnu minka orkunýtsluna við ljósi og aircondition við eitt nú at skifta til LED-perur, sigur Jørgen Damgaard.

ForSea hevur ætlanir um at minka útlátið tvey prosent um árið.