Ferjulegan í Suðuroy liðug tá ið nýggi Smyril kemur

Nýggi Smyril verður seinkaður í tríggjar vikur og sostatt fer tað at eydnast at gera ferjuleguna í Trongisvági lidna til hann kemur


Suðuroyarsiglingin
 

Tað er ikki bara ringt, at nýggi Smyril verður seinkaður í slakar tríggjar vikur. Í hvussu so er kemur hetta ikki illa við hjá teimum, sum gera nýggju samferðsluhavnina í Trongisvági,.
Støðan er als ikki tann at tey á Articon, sum gera ferjuleguna,  fegnast um, at skipið er seinkað.
Men tað skerst ikki burtur, at tíðarætlanin, tey hava at gera ferjuleguna eftir, hevur verið ógvuliga knøpp.
Men hinvegin hevur arbeiðið at gera ferjuleguna, gingið ógvuliga væl.
Tað hevur gingið so væl, at nú nýggi Smyril er seinkaður til 30. oktober, fer tað at eydnast at gera ferjuleguna lidna, til hann kemur.
-Sum tað gongur nú, og nýggi Smyril er seinkaður í næstan tríggjar vikur, dugi eg ikki at síggja annað, enn at ferjulegan verður liðug, tá ið skipið kemur, sigur Jákup Enni hjá Articon, sum er ein av teimum, sum stendur fyri arbeiðnum upp á ferjuleguna.
- Tað dugi eg ikki at síggja nakra forðing fyri, sum tað gongur nú, sigur hann.
Hann sigur, at sum tað gongur nú, verður tað klárt hjá Landsverkfrøðinginum at asfaltera økið seint í summar og tað verður onki í vegin fyri at ferjulegan verður liðug 30. oktober.
Eftir tíðarætlanini skuldi ferjulegan annars verið liðug 15. november, men tað hevur gingið so mikið væl, at sum tað nú sær út, verður hon liðug tá ið Smyril kemur.
Jákup Enni sigur, at teir hava gjørt av at arbeiða við fullari megi í alt summar, uttan at fara í summarfrí,  fyri at tað skal eydnast og tað ivast hann ikki í at tað fer at gera, sum tað nú sær út.
 
Koyringin nógv minkað 
Tey sum hava koyrt eftir landsvegin inn ígjøgnum dalin hesar seinastu dagarnar, hava lagt til merkis, at koyringin við grótið við teimum stóru lastbilunum, er rættiliga nógv minkað.
Men tað hevur eisini sína natúrligu frágreiðing
-Vit eru liðug at koyra grót til ferjuleguna, sigur Jàkup Enni.
Hann sigur, at tað, sum nú er eftir at koyra, er skervur til at leggja omaná ferjuleguna, áðrenn hon verður asfaltera og tann skervin eru teir í ferð við at knúsa nú.
Samstundis skulu teir leggja tað stóra grótið framvið molanum.
Men alt hetta fer at føra nógv minni koyring við sær, enn tað hevur verið.
-Vit hava brúkt sjey lastbilar, men hereftir koma vit ikki at brúka meiri enn einar tríggjar, tí nøgdirnar eru ikki so stórar, sigur Jákup Enni.
Sostatt er tann tunga ferðslan eftir landsvegnum, minkað munandi. Og nú koyringin er við at vera liðug, staðfestir Jákup Enni, at tað hevur gingið nógv betri enn væntað.
- Stúrt var fyri stórum trupulleikum í sambandi við koyringini, men tað hevur als ikki verið. Onkrir smávegis trupulleikar vóru í fyrstuni, men sum heild hevur tað gingið nógv lagaligari enn væntað, leggur hann afturat.
 
 
 
 
-Arbeiðið uppá nýggju samferðsluhavnina íTrongisvági er komið rættiliga væl áleiðis og tað hevur gingið so væl, at ferjuleganverður liðug, tá ið nýggi Smyril kemur. Myndina tók Leivur Nygaard