Ferjulegan hóttir sjáldsamt taraslag

At leggja nýggju ferjuleguna á Drelnesi har, ið ætlanir eru um, er kanska ikki tað skilabesta. Í øllum førum ikki, um ein spyr lívfrøðingar, tí á staðnum livir sjáldsamt taraslag og tí kann talan verða um brot á løgtingssamtyktir og enntá eisini konventiónsbrot og virðir fyri milliardir fara kanska fyri bakka

Talan kann gerast um einki minni enn brot á løgtingssamtykt og kanska eisini á konventiónir, um ferjulegan á Drelnesi verður løgd júst har, ið ætlanir eru um.
Á staðnum er lívfrøðiligt margfaldni og týdningarmiklast av øllum: har finst eitt sjáldsamt taraslag, ið ikki er aðrastaðni í Føroyum.
Hetta hevur fingið lívfrøðingar og onnur áhugað at rakna við.

Brot
Vit hava vent okkum til Regin Joensen, lívfrøðing, fyri at frætta eitt sindur nærri.
Hann metir, at hóast taraslagið finst aðrastaðni í heiminum, so er talan um sjáldsaman tara og hann finst ikki aðrastaðni í Føroyum.Sostatt doyr eitt plantusamfelag út og tað er ikki í tráð við hugsanina um at verja lívfrøðiligt margfaldni.
Hann vísur á Bergkonventiónina, tó tað ikki er heilt greitt, hvørt hon er galdandi fyri Føroyar, men fast stendur tað, at løgtingið í 1993 samtykti lóg um vernd av lívfrøðiligum margfaldni.
Sostatt kann í hvussu er blíva talan um brot á løgtingssamtykt, verður ikki tarin tikin við í ætlanirnar um ferjulegu á Drelnesi.
Regin Joensen sigur, at brot á samtyktir ella konventiónir kunnu hava óhepnar avleiðingar, tí í vikuni hevur ES ákært Danmark fyri brot á umhvørvislógina og bera tey nú banga fyri avleiðingunum, tí t.d. kann ferðavinnan ávirkast og slíkt kann eisini henda hjá okkum.
Ymsar lógir, konventiónir, frágreiðingar (Oljumálaráðið; Frágr. um náttúru- og umhvørvisvernd) og altjóða avtalur eru at vísa til, men hvussu er og ikki, so stendur løgtingssamtyktin frá 1993 eftir um vernd av lívfrøðiligum margfaldni.

Framferðarhátturin
Regin Joensen hevur eisini hug at hugleiða um arbeiðshátt og framferð. Hevur Landsverkfrøðingurin gjørt umhvørviskanning og hvat sigur hon? Hevur yvirfriðingarnevndin sæð kanningina ella frágreiðingina og bara yvirsæð hetta og er talan um konventiónsbrot. Hevur nevndin viðgjørt málið? Hvør er mannagongdin, tí ein kann skriva so mangt í eina frágreiðing, og tær enda so ofta bert í eini skuffu? Og góðkennir Heilsufrøðiliga Starvstovan frágreiðingina? Spurningarnir, ein kann seta sær, eru sera nógvir.

Missa milliardavirðir
Umframt, at tað kann tykjast næsadjarvt at køva eitt plantusamfelag, so eru eisini stór virðir upp á spæl.
Regin Joensen nevnir bioprospektering. Hetta er, tá ein tekur kveikar úr djórum og plantum ? ofta sjáldsomum ? og nýtur hetta í heilivágsídnaðinum. Hetta er t.d. talan um í frumskóginum. Og hevur ein sjáldsamt plantuslag, so er ofta eisini talan um sjáldsom djórasløg.
Klassisk er søgan um ungan lesandi, sum gekk á Hardangervíddini og tók mold í eina spann. Úr hesum kom stórur ídnaður og verður hetta nýtt innan transplantatiónsviðgerð. Ein sveisisk fyritøka umsetur í dag fyri 11 milliardir árliga innan økið.
Eingin veit, hvat vit missa, men kanska eru tað eini 5 ? 10 milliardir, ið er tað sama sum ein møgulig oljuvinna gevur. Í hvussu er missa vit framtíðar møguleikar og møgulig fríggjarlig virðir og tí mæla lívfrøðingar til, at farið verður hóvliga fram, so vit ikki verða bumbað aftur í steinøldina, sum Regin Joensen málber seg.