Ferja sigldi á bryggjunaí New York

37 fólk fingu skaða, tá Staten Island-ferjan í New York rendi á bryggjuna við nógvari ferð í dag. Ferðafólk og eygnavitni uppi á landi hava greitt frá, at tað kendist, sum at ferjan fekk meiri ferð, tá hon nærkaðist bryggjuni, og sambært myndugleikunum var talan helst um eitt mekaniskt brek.

Løgreglan sigur, at 37 fólk fingu skaða av hendingini, og at 17 teirra máttu flytast á sjúkrahús.

AP skrivar, at hendan sama ferjan var fyri einum líknandi tilburði fyri sjey árum síðani. Ta ferðina doyðu ellivu fólk.

Á hvørjum ári ferðast umleið 20 milliónir fólk við ferjunum millum Staten Island og Manhattan.