Ferguson var skelkaður

Venjarin hjá Manchester United, Sir Alex Ferguson, var alt annað enn nøgdur um tapið móti Celtic.
- Eg eri skelkaður. Skal eg vera púrasta erligur, so er tað trupult at góðtaka, at vit taptu hendan dystin. Men tað er tað, sum hendir, um tú ikki skorar. Snøgt sagt, so vóru vit ikki nóg hvassir á seinasta triðinginum av vøllinum, og tað kostaði okkum dýrt, segði venjarin.
Og nakað var so um tosið. Manchester United hevði fleiri góðar møguleikar í dystinum, men teir vórðu allir misnýttir. Eisini brotssparkið, sum Louis Saha skeyt í seinasta minuttinum.