Ferfeldað ókeypis konsert í Fuglafirði

Tað eru nýggj og spennandi nøvn, ið saman við meiri royndum, men ikki minni áhugaverdum kreftum, fara á pall í Mentanarhúsinum í Fuglafirði fríggjakvøldið.

 

Fýra nøvn fara at framføra, og er talan um Jógvan Joensen, Líggjas Olsen, Benjamin Petersen og Lover Lover.

 

24 ára gamli Jógvan Joensen úr Fuglafirði kunngjørdi herfyri lagið Hope And Laughter fyri einum mánaði síðani, og longu nú er hetta lag spælt ikki færri enn 64.000 ferðir á YouTube.

 

Lover Lover er nýggja verkætlanin hjá Peturi Háberg og Filip Mortensen. Petur kenna vit frá eitt nú Bet You Are William og Filip frá til dømis The Ghost. Nú manna teir elektropopp duoina, sum hevur hitað upp fyri Eivør og sum skal spæla á G! í summar.

 

Líggjas Olsen hevur verið virkin tónleikari í nógv ár, og er ivaleyst best kendur úr bólkunum Deja Vu, Frostfelt og Steso. Líggjas ferðaðist í fjør kring Evropa við Frostfelt, í ár hevur hann havt fleiri konsertir við sama bólki í Danmark, og sum skilst verður eisini arbeitt við eini nýggjari fløgu. Líggjas verður einsamallur á palli í Mentanarhúsinum fríggjakvøldið.

 

Benjamin telist millum virknastu føroysku nøvnini uttanfyri Føroyar. Fløga hansara Ghost With Skin er komin út í bæði Týsklandi, Eysturríki og Sveits. Benjamin hevur eisini spælt í fleiri londum seinasta árið, havt eitt lag við í savnsfløgu í týska Rolling Stone Magazine og er nógv spældur í týskum útvarpi.

 

Stóra tónleikatiltakið verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði fríggjakvøldið klokkan 20.00.

 

Á leinkjunum niðanfyri ber til at uppliva nakað av tí, tónleikatiltakið í Mentanarhúsinum kemur at bjóða

 

Mynd: Benjamin Petersen er ein av fýra bólkum og einstaklingum, sum fara á pall í Fuglafirði fríggjakvøldið (Mynd: Eyðun Müller Thomsen)