Ferðslan í Eysturoyartunlinum øktist 20 prosent

- Tað koyrdu næstan 20 prosent fleiri bilar ígjøgnum Eysturoyartunnilin í januar í ár enn í januar í fjør, sigur tunnilsstjórin, Teitur Samuelsen.

 

 

- Avsláttarskipaninar gera, at inntøkurnar ikki standa mát við øktu ferðsluna, sigur Teitur Samuelsen.

##med2##

 

Prísirnir fyri at koyra ígjøgnum Sandoyartunnilin verða teir somu, sum tað kostar at koyra millum Eysturoynna og Streymoynna í dag – og við júst somu avsláttarskipanum. 

 

Tað sigur Teitur Samuelsen, stjóri í P/F Eystur-og Sandoyartunlar, í samrøðu við Árna Gregersen á FM1 á miðdegi í dag.

 

Men, fer tað at broyta nakað upp á inntøkugrundarlagið, at Sandoyartunnilin letur upp seinni í ár? 

 

- Hetta er alt eitt samlað lán, og tá alt varð sett saman, høvdu vit longu roknað við nøkrum inntøkum í Sandoyartunlinum. Soleiðis broytir hetta ikki upp á nakað, um inntøkurnar annars fara at svara til tær metingar, sum eru gjørdar. 

 

Teitur Samuelsen sigur, at inntøkurnar frá Sandoyartunlinum væntandi fara at liggja um einar 10-11 miljónir krónur um árið. 

 

Spurdur, hvussu tað annars sær út við inntøkugrundarlagnum í løtuni, sigur Teitur Samuelsen soleiðis:

- Tað sær gott út við ferðslu, men inntøkurnar fylgja ikki ordiliga við.

 

Tunnilsstjórin vísir á, at tað hevur verið rættiliga stór øking í ferðsluni í Eysturoyartunlinum í januar mánaði í ár í mun til januar í fjør.

 

- Økingin í januar í ár er næstan 20 prosent í mun til januar í fjør, men eg kann leggja aftrat, at í januar í fjør var ein stór útbreiðsla av koronu í Føroyum. 

 

Tunnilsstjórin vísir á, at meðan vøksturin í ferðsluni í januar í ár er út við 20 prosent, er vøksturin í inntøkunum í sama tíðarskeiði minni enn 10 prosent.

 

- Tað eru avsláttarskipaninar, sum gera, at inntøkurnar ikki standa mát við øktu ferðsluna, leggur Teitur Samuelsen aftrat. 

Øll samrøðan, sum Árni Gregersen hevði við stjóran í P/F Eystur-og Sandoyartunlar á FM1 á miðdegi í dag, kann hoyrast við at trýsta á pílin undir myndini.

 

- Avsláttarskipaninar gera, at inntøkurnar ikki standa mát við øktu ferðsluna, sigur Teitur Samuelsen.