Ferðmikil filmur um eina ferð

? Í hesum døgum leggur Katrin Ottarsdóttir, leikstjóri, síðstu hond á handritið, ið liggur til grund fyri komandi filmi hennara, sum verður tikin upp í Føroyum í summar.

Um ein mánaða fer Katrin Ottarsdóttir, leikstjóri, undir sín fjórða film og hann verður væl øðrvísi enn teir undanfarnu, ?Atlantic Rhapsody?, ?Northern Tales?, ið var ein triologi, har partur Katrinar æt ?Hannis?, og ?Maðurin ið slapp at fara?. Men tann sama hondin hevur ført pennin og tí ganga ymisk viðurskifti ivaleyst aftur.

? Eg havi við tíðini fingið mín egna stíl, og ting, ið hava varandi virði ganga aftur, men hesin er nógv øðrvísi kortini, meiri ferð er á og hann er meiri livandi, sigur Katrin Ottarsdóttir.


Har krákurnar venda

Danska heitið á filminum er ?Små øer er kun for fugle der kan flyve væk?. Hvat filmurin fer at eita á føroyskum, vil Katrin ikki siga enn.

? Heitið er sjálvironiskt, tað at Føroyar bert eru fyri fuglar sum flúgva burtur. Kanska finnur filmurin út av, at tað ikki er so, sigur Katrin.

Filmurin er ein sokallaður roadmovie, sum byrjar í Sumba og endar á Viðareiði. Á ferðini verður farið í Eysturoynna, Streymoynna og nakrar av Norðoyggjunum.

Heilt stutt er filmurin um tvær ungar gentur, sum hava verið uttanlands, koma aftur og føra seg fram. Tær hitta ein føroyskan bygdamann, sum koyrir tær runt. Gjøgnum hann koma tær út fyri nógvum upplivingum, sum búna tær.

? Tað er ein búningarferð, bæði fysiskt og mentalt. Ein ferð er góð at brúka til at vísa búningarbroytingar. Genturnar byrja eina staðni og enda eina aðra staðni, har tær kanska alla tíðina hava verið. Tær koma heim og halda seg vera, men finna skjótt út av, at eingin letur seg provokera. Í grundini eru tað tær, sum verða við sviðusoð.

Tað er serliga nútíðin, ið hugtekur Katrina, at skapa burtur úr nútíðini heldur enn fortíðini.

? Kanska hava føroyingar hug at lata eyguni aftur fyri nútíðini. Tað verður gravað nógv í fortíðini og tað gamla verður altíð tikið fram. Umberingin er ofta at hoyra, at tað gamla kundi verið skrivað í dag, so stendur man ikki sjálvur við rygginum berum.

Aðrar tjóðir duga betri at skapa burtur úr nútíðini, til dømis Ísland.

? Íslendingar ræðast einki, men teir eru komnir inn í hetta á annan hátt enn vit. Teir reypa alla staðni av, at teir eru íslendingar og klára seg fínt úti í verðini. Vantandi sjálvsálit kann vera ein grund til, at føroyingar so treyðugt skapa burtur úr samtíðini, men eg trúgvi, at tað er tí, at samfelagið er lítið og øll skulu liva saman í sátt og semju. Tað er ikki lætt hjá føroyingum.

Men tú torir?

? Ja, eg búgvi ikki í Føroyum, og tað er klárt, at tá er tað er lættari hjá mær at finnast at. Tað er mín skylda og í tráð við mína egnu samvitsku, mín drívkraft og mín barlast.

? Danir skilja ikki, at nakar tímir at gera film úr Føroyum. Í teirra eygum er tað ringt at gera vart við ein føroyskan film í Danmark. Føroyar eru ikki nóg spennandi, men hava ein farra av onkrum keðiligum yvir sær. Hinvegin er filmurin ikki ein ?Føroyafilmur?. Hann skapar sítt egna univers við sínum egnu lógum og reglum, hetta universið liggur so í Føroyum, sigur Katrin.


Danskir pengar

Føroyar eru sambært dønum ikki áhugaverdar í filmshøpi, men tað hevur kortini eydnast Katrini Ottarsdóttir at sannføra danir um at fíggja filmin, og mest sum allur peningurin kemur úr Danmark, nakrar smærri upphæddir koma úr Føroyum. Tað er Peter Bech Film, sum framleiðir filmin. Konsulenturin á Filmsinstituttinum er ráðgevi. Higartil eru 6 milliónir krónur fingnar til vega.

? Eg kundi hugsað mær 8 milliónir krónur. Men so lati eg vera við at gera dýrar pallar, og brúka dýra útgerð. Mær dámar best einfaldar filmir og at brúka filmsmálið einfalt, ikki at oyðsla. Tey, sum sita á pengunum, hava heilt aðrar treytir til filmin enn eg.

Avmarkar tað ikki listarliga frælsið hjá tær sum leikstjóri?

? Jú, tað ger, men eg royni at snúgva mær sum best. Eg lurti eftir teimum og royni so at broyta okkurt, sum eg kann liva við. Tað skal kortini vera listarliga óskert, tí annars missir man tað á gólvið.

Hvussu langt er marknaðurin inni í hugaheiminum, tá ið tú skrivar?

? Ikki meiri enn, at eg eri realistisk. Hetta er ikki ein dýrur filmur. Eg siti ikki og hugsi, um fólk fara at dáma filmin. Tað kann man ikki, tí tá verður tað ein onnur prosess. Hon verður ikki sonn, og so rakar man ongan. Jú trúgvari tú ert ímóti tær sjálvum og ímóti søguni, tú vilt siga, flest rakar tú. Fólk eru ikki so býtt sum onnur hægri uppi í hierarkinum hava lyndi til at halda, sigur Katrin.


Føroyska úrvalsliðið

Nógvir føroyskir leikarar vera við í filminum. Teir tríggir høvuðsleiklutirnir verða spældir av Sigrid Gaini, Hildigunn Eyðfinnsdóttir, sum er dóttir Katrina, og Jóhan Dalsgarð ella Jóhan í Kollafirði, sum vit kenna hann.

? Jóhan hevur eitt filmsandlit og nógvir møguleikar liggja í honum. Fyrstu ferð eg fekk eyga á hann var í eini coca cola lýsing, eg kendi hann als ikki áðrenn. Eg havi havt tvær royndarupptøkur við honum og gentunum, og tað er akkurát honum, eg havi brúk fyri, sigur Katrin Ottarsdóttir.

Aðrir kendir leikarar eru við, t.d. Elin Mouritsen, Nora Bærentsen, Birita Mohr, Egi Dam, Rósa á Rógvu, og Kári Øster. Adelborg Linklett og Sverri Egholm eru gestaleikarar, tey spæla eitt eldri par í eini føroyskari bygd.

? Tað eru týpurnar, sum eru avgerandi fyri, hvørji eru vald. Hvør einasti leiklutur er týdningarmikil. Tey skulu beinanvegin sláa ein tóna, gera vart við seg og vísa hvørji tey eru.

? Sigrid Gaini hevur givið yrkingasavn út og Hildigunn skal venja sjónleik í New York eina viku, áðrenn hon kemur til Føroyar. Aftaná skal hon til Hollands. Hetta eru fólk sum í sær sjálvum eru listafólk. Og Jóhan uppá sín máta, hevur sítt egna univers og himprast ikki við at geva eina fløgu út fyri og aðra eftir. Hetta eru fólk, sum duga at standa á egnum beinum, sum eg havi funnið til at vera saman um filmin, sigur Katrin Ottarsdóttir.

Týdningarmesti leikluturin handan myndatólið burtur sæð frá leikstjórans, verður pallstjórans. Edvard Fuglø hevur fingið ta uppgávuna.

? Edvard og eg samljóða ógvuliga væl. Okkum nýtast ikki so nógv orð, hann kom beinanvegin inn í mítt univers eftir at hava lisið handritið. Hann er eitt listafólk, er ótrúliga dugnaligur og hevur nógvar tangentar at spæla uppá. Hansara uppgáva er tað kreativa universið. Klæði, búnar, litir, tapet og ting í teim ymsu rúmunum. Einki er við av tilvild, alt skal undirstrika tað sum gongur fyri seg í persónunum. Alt tað kreativa universið, sum er við til at skapa heildina er hansara uppgáva. Ein danskur pallstjóri hevði ikki fangað alt tað føroyska, sigur Katrin Ottarsdóttir at enda í viðtali.