Ferðafólk kom í neyð av fugli

Ein donsk kvinna, sum var farin burtur í haga Skúvoy í dag ringdi á politistøðina, tí hon var komin í neyð av fulgi, sum leyp á hana.

Ein donsk kvinna, sum var farin burtur í haga Skúvoy í dag ringdi á politistøðina, tí hon var komin í neyð av fulgi, sum leyp á hana.

 

Kvinnan visti ikki síni livandi ráð, hvat hon skuldi gera við fuglin, sum var so óður við hana, at hon var so bangin, at hon mátti ringja til politiið.

 

– Vit fingu ikki givið henni onnur ráð enn at ganga burtur frá, har sum fuglurin hevur reiður. Hon var uttan iva komin ov nær, og tí var fuglurin so álopssinnaður, sigur vakthavandi.

 

Kvinnan fekk ikki greitt politinum frá, hvat slag av fugli, talan var um. Hon visti bara ikki, hvussu tú eigur at bera teg at, tá tú gongur har, ið fuglur reiðrast.

 

Kvinnan slapp burtur frá fuglinum í øllum góðum.