Umstøðurnar í viðførismóttøkuni á flogvøllinum í Vágum hava, at kalla alla tíðina, verið ov vánaligar, tí tað er alt ov lítið pláss. Tað hava nógv ferðafólk funnist at - men nú verður farið undir at gera hølini størri
Regin I. Jakobsen, stjóri á flogvøllinum, sigur í eini fráboðan, at hóast tað er lutfalsliga stutt síðani at farstøðin á flogvøllinum varð tikin í nýtslu, hevur hon í roynd og veru verið ov lítil frá fyrsta degi. Hann sigur, at veruleikin er, at hon er gjørd til eina aðra tíð, tá ið flogførini vóru helvtina minni enn tey, sum verða brúkt í dag, og tað heur elvt til trupulleikar.
Men í gjár skrivaðu Articon og Vága Floghavn undir sáttmála um at byggja móttøkuna til viðføri á floghavnini, út. Talan er um bæði lendisarbeiði og byggiarbeiði. Fyrireikingarnar eru komnar nakað áleiðis og farið verður undir arbeiðið í næstum.
– Útbyggingin fer at hava við sær, at móttøkuhøllin til viðføri, sum í dag er um 250 fermetrar, verður víðkað til 620 fermetrar, samstundis sum at sjálvt bandið, har tey ferðandi fáa sítt viðføri, sum nú er slakar 40 metrar, verður umleið 80 metrar, sigur Regin I. Jakobsen. Hann sigur, at hetta er ein tiltrongd útbygging og tá ið arbeiðið er liðugt, verða umstøðurnar munandi betri enn tær eru nú. Eftir ætlan verður arbeiðið liðugt næsta summar.