Sólvit Simonsen
Tað bleiv ringt til mín úr Vági og boðað mær at koma við sluppi til Torleivhavn í Íslandi. Síðani bleiv boðið mær at eg kundi taka nakrar menn við, og hetta tilboðið endaði við at týsdagin 2. august fóru fýra glaðir sandingar og ein glaður skúvoyingur á ferð suður til Vágs at fara til Íslands við Johannu.
Vit fóru í Kioskina á Smyrli og keyptu okkum ferðaseðil, tey hugdu við, tí allir hesir skipsmenninir høvdu hálva pensionistabilett. Vit komu til Vágs, har bussurin koyrdi okkum líka á keiina til Johannu, har ein blíður og týður skipari tók ímóti okkum. Nú fingu vit at vita, at tað var ikki heilt greitt við íslandstúrinum, men vit skuldu ikki verða við sviðusoð, tað skuldi verða ein túrur álíkavæl.
Út á seinnapartin mikudagin kom beskeð, at nú var greitt at fara, og so bleiv beinanvegin gjørt klárt at fara. Segl blivu heisað, olja, vatn og proviantur tikin og sjóklárt bleiv gjørt, og síðan sigldu vit mikukvøldið. Vit fóru norð eystan fyri og steðgaðu á á Kirkjubønesi, har ein bátur kom av Havnini við einari telefon.
Síðan bleiv hildið norðurum, og tá ið klokkan var farin av midnátt, vóru vit komnir norður um Mjóvanes, og tá tók okkara vakt við. Siglt bleiv norður ígjøgnum Djúpini, men tá ið vit komu norður um lá hann tráður av útnyrðingi, so vit máttu viðganga, at gott var við einum stýrhúsi. Men vit vistu eisini, at Johanna skuldi síggja út sum tá ið hon kom til Føroya fyri 120 árum síðani; men longu fyrstu frívaktina hjá okkum var vindurin blivin rúmari, seglini stóðu væl og froyurin stóð frá bógnum, ja, hon kom heilt upp á 10 míl.
Hetta var ein havnafest, vit vóru bodnir til, sum byrjaði fríggjadagin fimta august. Eg legði til merkis, at lugarprátið kom beinanvegin í hæddina sum í gomlum døgum, og har bleiv tosað bæði um mannfólk og konufólk, og eisini funnu vit útav, at miðalaldurin á manningini var 67.
Vit náddu ikki inn fríggjakvøldið, men vóru út fyri havnini kl. 07.00 leygarmorgunin, fingu seglini niður, og tá ið vit høvdu ligið uttan fyri havnina komu vit inn kl. 10.00. Har vórðu vit varugir við beinanvegin, at har var gjørt burturúr, menninir, sum høvdu fyrireikað, vóru í seyðalitaðum troyggjum og høvdu føroyska húgvu á høvdinum. Vit fingu at vita, at vit skuldu gera minst tríggjar túrar út um at sigla við fólki og vísa teimum skipið. Men tað mátti avlýsast, tí vit høvdu ikki meira enn bundið, tá brann hann á við ódnarveðri, so har gjørdist onki uttan at seta allar endar á land og vera glaður, at man lá í tryggari havn.
Har bleiv so gjørt upp á tann mátan, at ein góður landgangur bleiv lagdur umborð, og fólk vóru vælkomin um borð at síggja skipið. Eitt lítið beløb varð tikið fyri tað, hetta ornaðu íslendingarnir, tí teir høvdu leigað skipið. Síðani blivu vit um kvøldið bodnir til eina grillfest uppi í býnum, men har gjørdi ódnarveðrið eisini um seg, so vit endaðu inni í einum stórum bilskúri. Men har manglaði onki, hvørki til matna ella at drekka. Og so var tað havnafestin á keiini. Har skuldi stórt bál tendrast, men tað bleiv avsligið vegna storm. Men teir settu tveir stórar trailarar til lívd, soleiðis at orkestrið og sangarinnan stóðu inni og fólki royndi at vera í lívd so frægt sum tilbar. So kom tørnið til okkum at dansa føroyskan dans. Tað var ikki bara sum at siga tað, í styrki 30 og úti. Men vit bóru okkum ikki undan, vit løgdu fyri, og stórur partur av íslendingunum kom uppí. Teir vóru skjótir at koma eftir stevinum og hildu tað vara ógvuliga stuttligt.
Sunnudagin vóru vit bodnir á ráðhúsið at síggja film og til gott kaffi. Ráðhúsið átti kommunan. Har var baðstova, matstova og ballsalur og ymiskt annað.
Mánamorgunin var okkara góði vinur Dávid og bjóðaði okkum busstúr. Vit vóru við Geysir og Gullfoss og greiddi David væl frá á øllum túrinum.
Tá ið vit komu aftur umborð, stóðu øll klár, sum høvdu fyrireikað havnafestina, og so vit út um at sigla við teimum. Síðan vórðu vit bodnir aftur á ráðhúsið. Har var ikki smávegis blíðskapur. Har vóru nógvir góðir rættir at eta og tað at drekka, sum tú vildi hava. Meðan vit høvdu verið busstúrin, hevði Rúni Hentze frá Sjómansheiminum í Reykjavík verið um borð og segði, at hann hevði fegin viljað sæð okkum á Sjómansheiminum. So sjálvt um tað var seina á kvøldið, tá ið vit vóru lidnir á Ráðhúsinum, ringdu vit til Rúna og hann svaraði: eg eri longu á veg út í bildin eftir tykkum. So vit aftur á Sjómansheimið við Rúna og høvdu eina stak hugnaliga løtu á Sjómansheiminum, so tað bleiv út á náttina, áðrenn vit komu aftur til skipið við Rúna, og tá var gott at fáa fatur í Johannu og sleppa inn um koyggjustokkin.
Kl. 10.00 týsmorgunin gjørdu vit sjóklárt og fóru undir heimreisuna, allir á einum máli um, at blíðskapurin hjá frændum okkara vestan havn hevði verið fyrimyndarligur. Heimreisan gekk við allarfínasta veðri, so Johanna ordiliga vísti okkum, hvussu góðan frítíðartúr hon kann bjóða eldri sjómonnum.
Hóskvøldið á midnátt komu vit aftur á Vág og takkaðu hvørjum øðrum fyri ein minnisríkan túr. Eg vil einaferð enn so hjartaliga takka skipsfeløgum mínum fyri tann deiliga túrin.
Annars vil eg ráða til at gera eini túr við Johannu. Hon hevur 21 koyggjur og ber tað væl til hjá einum bólki at leiga hana.